Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnstøða, fiskur og øl

Árni Winther Jákupsson

Nýggi føroyski miðilin Frihedsbrevet.fo skipar fyri politiskum pallborðsfundi í OY hóskvøldið 1. desember

Javnstøða, fiskur og øl

 

Nýggi føroyski miðilin Frihedsbrevet.fo skipar fyri politiskum pallborðsfundi í OY hóskvøldið 1. desember

 

Nýggja bryggjaríið er karmur um fyrsta tiltakið hjá nýggja miðlinum.

 

Tvey evni, 14 valevni og ymisk serfrøðingatoymi er uppskriftin uppá orðaskiftið í Oy.

 

Tiltakið er skipað í tveimum pørtum. Javnstøða verður fyrsta evnið, sum serfrøðingatoymið umrøður, áðrenn tendrað verður fyri politisku mikrofonunum. Barbara Holm, Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam stýra kjakinum, áðrenn serfrøðingatoymi sleppur at siga sína hugsan um tað, tey hava hoyrt.

 

Síðani fer alt í fisk… Í hesum partinum fara vit at umrøða m.a. hvat henda skal við fiskivinnuni komandi árini. 

 

Tiltakið verður stroymt í samstarvi við Ø-Media, men eins og Birgir Kruse plagar at siga um filmar – at teir skulu síggjast í biografinum – so skal hesin pallborðsfundur upplivast í Oy hóskvøldið 1. desember klokkan 20.00.

 

Vælkomin við!