Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Endurreisn av Sjálvsstýri

Jóhann Lützen

Síðani valið eru komnar áheitanir til landsnevndina um at fara undir arbeiðið at endurreisa flokkin beinanvegin. Landsnevndin hittist sunnudagin og er samd um at fara til verka alt fyri eitt.

 

Sunnudagin, 11. desember, hevði landsnevndin hjá Sjálvstýri fund um støðuna, nú flokkurin ikki rakk inn um tinggáttina. Semja er í flokkinum um, beinanvegin at fara undir at endurreisa flokkin. Lokalfeløgini hava fundir í vikuni, og ætlanin er at hava eftirmetingarfund fyrst í komandi ári. Eykaðalfundur verður 28. januar.

 

So skjótt úrslitið av valinum gjørdist greitt, sást ein stríðsandi vakna í bæði valevnum, samskiparum og øðrum, ið standa flokkinum nær. Øll eru samd um, at vit nú skulu undir at endurreisa og endurnýggja flokkin.

 

Tað verður neyðugt eftirmeta valstríðið og seta út í kortið í góðari tíð til eitt komandi val. Tað arbeiðið verður farið undir beinanvegin, soleiðis at flokkurin er klárur á øllum frontum, so skjótt løgtingsval verður útskrivað.  

 

Í Klaksvík og í Havn verður stillað upp politiskt til kommunuval. Til kommunuvalið, sum verður um tvey ár, hevur Sjálvstýri ætlanir um at fáa umboð vald í báðum støðum, sum kunnu vera við til at styrkja flokkin.

 

Sámal Petur í Grund, floksformaður, sigur, at tað er eingin ivi um at tað er brúk fyri einum sosial-liberalum flokki á miðjuni í føroyska politiska landslagnum.

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur verið bindiliðið millum ideologiskar politiskar frástøður í tíðini, flokkurin hevur verið virkin í løgtinginum.

 

Tað er við góðum móti og áræði, at lagt verður til brots aftur.

 

 

Vegna landsnevndina

 

 

Sámal Petur í Grund, Floksformaður

 

Andrias Jacobsen, Landsnevndarformaður

Formaður Eysturoyar Sjálvstýrisfelag

 

Rúna Sivertsen, Næstforkvinna í landsnevndini

Forkvinna Norðoyar Sjálvstýrisfelag

 

Snæbjørn Bærendsen, Landsnevndarlimur

Formaður Suðuroyar Sjálvstýrisfelag

 

Rógvi Fossádal, Landsnevndarlimur

Umboð Streymoyar Sjálvstýrisfelag

 

Heri Danielsen, Landsnevndarlimur