Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgfrøðin: Løgtingið eigur at taka avgerðina, Bjarni

Jóhann Lützen

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevur í dag givið Jógvani Fríðrikson, biskupi, boð um, at sammøður kunnu geva børnum sítt eftirnavn. Men útbúgvingarleiðarin í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum ivast í, um ein landsstýrismaður einsamallur eigur at gera eina tílíka broyting av sínum eintingum, uttan at lóggávuvaldið í Føroyum, Løgtingið, er tikið við uppá ráð.

Landsstýrismaðurin kunngjørdi á Facebook, at hann hevði givið bispi hesi harraboðini, og tað er eisini til statusin á Facebook, at Bárður Larsen, løgfrøðingur og útbúgvingarleiðari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum ger viðmerking, har hann heldur lítið um mátan hjá landsstýrismanninum at arbeiða uppá í hesum málinum. Hann sigur ikki beinleiðis, at landsstýrismaðurin ikki hevur heimild til tað, men tað er í øllum førum skeivur framferðarháttur, at landsstýrismaðurin soleiðis velur at fara uttan um Løgtingið.

Bárður Larsen skrivar:

Seriøst? […] Slíkt skal gerast við lógarbroyting, ikki lógartulking. Tað er ein avgreiðsluspurningur í verandi Tingi at (konsekvens)broyta Navnalógina. Navnalógin var ein av teimum lógum, sum man gloymdi at konsekvensbroyta, tá ið lógin um sammøður bleiv samtykt. Konsekvensbroyting (av navnalógini) skapar ta tryggastu og ruddiligastu rættarstøðuna, og tað borgar fyri tí bestu politisku deliberatiónini. At tulka hetta inn í navnalógina er sera ivasamt fyri tann integritet og ta grundigheit, sum eigur at merkja lóggávuarbeiði.

Løgfrøði-útbúgvingarleiðarin á Fróðskaparsetrinum er sostatt av teirri fatan, at tað rættasta er, at Løgtingið – um tað væl at merkja ynskir tað – broytir navnalógina soleiðis, at sammøður kunnu geva børnunum sítt eftirnavn.