Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM FINALA: Fleyr fór við fjórða setti

Norðlýsið

Í 4. setti var tað Fleyr sum fekk bestu byrjan. Við støðuni 14-9 til Fleyr, tók Mjólnir Time-Out, og vísti tað seg at gera mun eina løtu.

Eisini gjørdi Mjølnir eina útskifting, tá ið útlendski leirkarin við 22 á rygginum fór út og nummar 1 kom á vøllin.

Dysturin svingaði aftur og fram eina løtu, har bæði liðini spældu lítið sannførandi.

Men Mjølnir vísti ongantíð aftur upp til sítt besta í settinum, og tí vann Fleyr settið 25 -18.

Seinasta og avgerandi setti verður spllt upp í 15.

Um Fleyr vinnur, skal eitt sett upp í 15 spælast afturat, har endaligi FM vinnarin skal finnast.