Nú skráseting at haruveiðuni fer at líða móti endanum, eru tað framvegis nakrir hagar í norðoyggjum, har veiðan fyri 2023 ikki er skrásett.
Higartil eru 576 harur skrásetta at verða skotnar á 80 túrum í Norðoyggjum.
Á kortinum niðanfyri sæst, hvat er skrásett higartil, og hvussu nóg er skotið í hvørjum haga.
Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er samlaða talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í haganum. Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.
Fyri teir “reyðu hagarnar” er enn einki skrásett.
Í teimum “gulu høgunum” hava teir IKKI skotið harur í 2023.

Eyðfinn Magnusen, sum skrásetir haruveiðuna í Føroyum, haitir á harumenn í norðoyggjum um eisini at skráseta túrarnar, sum eru gjørdir í teimum høgunum, sum eru reyðir á korinum. Hann sigur, at skrásetingin endar 1. februar, so fer hann undir at skriva frágreiðingina fyri haruveiðuna í Føroyum í 2023
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”. Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen) á tel 26 58 31.
– brúkaranavn: hs
– loyniorð: login




