Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Poddar

Komið øll við – í morgin kl 13.00

Jóhann Lützen

“Komið øll við” er nýggj beinleiðis útvarpssending hjá Norðlýsinum, týsdag – mikudag og hósdag frá kl 13 til 15, verður sent í hølunum hjá Norðlysinum á Stoksoyravegi

 

Sum heiti á sendingini sigur, so bjóða vit tykkum øllum at verða við. Kristian Joensen sum verður vertur, kemur at sita og spæla góðan tónleik, og bjóðar samstundis tær sum lurtara inn á gólvið, at fortelja hvat tú hevur uppá hjarta.

Tað kann verða tú stillar upp til kommunuvalið – Hevur okkurt tiltak – Ella bara hevur eina røvarasøgu, sum tú vilt deila við okkum. Mikrofonin er opin, so kom inn á gólvið til ein kaffimunn og eitt gott prát. 

Vit byrja í morgin kl. 13.00.

Sendingin hoyrist beinleiðis á heimasíðuni hjá Norðlýsinum og eisini á FM 98,7 í Klaksvík. 

Hoyrast!