Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Onnur kunnu tosa KÍ niður – ikki vit!!

KÍ fjeppari

Tað eigur ikki at koma óvart á nakran KÍ-fjeppara, at teir í fótbóltspráti hjá KvF tosa KÍ niður, tí teir halda heilt greitt við sínum havnarlokalu liðum – men tað er IKKI í lagi, at vit, sum halda við KÍ, fara upp í hatta negativa kórið.

 

 

TAÐ hevur okkara kæra KÍ ikki uppiborið.

Orð skapa veruleikar!!

Tí er tað ikki líkamikið, hvussu vit KÍ-fjepparar umrøða okkara kongabláa flaggskip.

Seinastu átta árini hevur besta mansliðið hjá KÍ havt hesar endastøður í Meistaradeildini:

  • 2019: Føroyameistarar
  • 2020: Nummar trý
  • 2021: Føroyameistarar
  • 2022: Føroyameistarar
  • 2023: Føroyameistarar
  • 2024: Nummar tvey
  • 2025: Føroyameistarar
  •  

KÍ hevur altso vunnið fimm føroyameistaraheiti tey seinastu sjey árini – eitt FANTASTISKT avrik og úrslit!

Jú gamaní er alt ikki fullkomið í okkara kæra felag, men tað má vera rættiliga nógv, sum verður gjørt rætt í KÍ, tá úrslitini eru so støðugt góð og glæsilig!

LATIÐ OKKUM TOSA KÍ UPP

KÍ hevur eitt sera gott venjarapar í Magnusi Powell, høvuðsvenjara, og Thomas Gabrielsson, hjálparvenjara

KÍ er tað felagið í landinum, sum hevur tað mest royndu og stabilu leiðsluna

KÍ hevur tey bestu og nógv tey flestu viðhaldsfólkini í landinum

Vit hava teir bestu leikararnar í landinum

LATIÐ OKKUM BAKKA OKKARA DREINGIR UPP !!!

Tað hava teir so sanniliga uppiborið !!!

KOYR Á KÍ

Heilsan, ein KÍ-fjeppari

Harleyfacadeacryl