Úrslitið ger, at alt er púra opið áðrenn dystin í Luksemborg.
KÍ spældi í kenda Evropataktikkinum 5-4-1, sum FC Atert Bissen eisini gjørdi.
Í fyrra hálvleiki kom KÍ á odda 1-0 við góðum máli, har Jean Carlos legði innfyri til Oussama Ali, sum skallaði bóltin í málið. Hetta var hálvleiksstøðan, har KÍ tóktist hava gott tamarhald á dystinum.
Orkan gekk undan
KÍ kom á odda 2-0 við frálíkum máli, har Árni Frederiksberg sendi innfyri, har Páll A. Klettskarð skallaði bóltin í málið. Støðan helt sær bara í átta minuttir, tá Bissen spældi seg í gjøgnum í vinstru síðu. Eftir hetta var tað sum, at Bissen fekk tamarhald á dystinum og sum tíðin gekk tóktust KÍ-leikararnir troyttir. KÍ-hópurin blívur av álvara settur uppá sína roynd hesar dagarnar og síðsta hálva tíman tóktust fleiri leikarar móðir. Nógvir skaðar eru og síðsta partin av dystinum kom Símun Kalsø, sum fyri fáum døgum síðani var partur av 2.deildarhópinum, á vøllin til sínar fyrstu altjóða minuttir. Tað vísir, at tað kann ganga skjótt hvønn veg í fótbólti. 2-1 til KÍ gjørdist úrslitið og útfrá dystargongdini so var tað eitt úrslit, sum lýsti væl dystargongdina, har KÍ kanska átti munin fyrsta tíman, meðan Bissen átti síðsta hálva tíman.
Alt er opið
Um átta dagar spæla liðini á altjóða leikvøllinum í Luksemborg, har Bissen ikki spælir sínar heimadystir vanliga. Har kann roknast við nógvum hita og annars umstøðum, sum passa Bissen betri. Tað sum telir upp hjá KÍ er, at hópurin nú fær átta dagar hvíld, sum hópurin ikki hevur havt í fleiri vikur. KÍ hevur lítlan fyrimun við leiðslu á eitt mál, men Bissen hevur fyrimun við heimadysti, og tí er torført at taka dagar ímillum, hvør stendur við favorittleiklutinum eins og undan dagsins dysti. Hetta eru tvey jøvn lið, har smáir marginalar koma at verða avgerandi.





