Hesaferð er eitt leikbann afturat.
Av sterkastu uppstillingini hjá KÍ fyrsta partin av kappingini í ár, so koma fimm leikarar av mangla í Póllandi. Sebastian John, Odmar Færø, Jákup Biskopstø, Hallur Hansson og Patrik Johannesen. Harafturat kann René S. Joensen leggjast afturat, sum sunnudagin spældi sínar fyrstu minuttir í ár. Hann hevur verið út í níggju mánaðar og er tí neyvan førur fyri at byrja inni í so krevjandi dysti. Sebastian og Patrik slitu hælsinuna og spæla ikki aftur í ár. Hallur Hansson fekk gult kort móti endanum av dystinum í Litava og hevur leikbann. Odmar Færø og Jákup Biskopstø eru báðir skaddir. Hjá Odmari gongst sum ætlað eftir at hava verið undir skurð og hann væntast tøkur aftur innan fáar vikur. Hjá Jákupi er meira ivasamt, tí har eru tað trupulleikar í rygginum sum gera, at hann ikki fær spælt.
Lech Poznan-KÍ spæla hóskvøldið kl. 18.00. Í gjár vóru yvir 15.000 atgongumerki seld.
