Um Sjúkraflutningstænastuna
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við ymiskum uppgávum. Høvuðsuppgávan er at veita bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum, skaddum og rørslutarnaðum. Sjúkraflutningstænastan hevur eisini ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er inni á sjúkrahúsinum. Hetta setir stór krøv til starvsfólkini, sum mangan arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Tað starvast 9 starvsfólk í sjúkraflutningstænastuni. Deildin hevur 2 sjúkrabilar, umframt 3 bilar til onnur endamál. Túratalið er uml. 2.500 túrar árliga.
Vit vænta, at tú:
Førleikakrøv:
Vit kunnu bjóða:
Um tú er nýggjur í starvinum, skal tú til eina fysiska roynd, sum saman við umsókn og samrøðu, er partur av setanartilgongdini.
Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt av Ambulance Syd).
Royndartíðin er 3 mánaðar.
Tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava reina revsiváttan. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 40 í 2026.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Meria fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Joensen, deildarleiðara, á telefon 232350 ella við telduposti allan@ks.fo
Umsókn saman við prógv, autorisation, lívsrrensl og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 20. september 2026
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Eigil Hentze var 83 ára gamal nú hann andaðist í gjár. Eigil Hentze gjørdist ábyrgdarblaðstjóri á Norðlýsinum tann 4. oktober…
Í gjár, 14. septembur, kunngjørdi Landsbankin, at Føroyar varðveita sítt kreditvirði við ratingini Aa2. Tað er ratingfyritøkan Moody’s, sum ger…
Hósdagin í seinastu viku fekk Norröna fyri fyrstu ferð landstreym í Seyðisfirði. Verkætlanin við landstreymi er gjørd í samstarvi við…