Søkt verður eftir 1 ergoterapeuti til í barsilsfarloyvisstarv frá 01.12.26 til 31.12.27 ella eftir nærri avtalu. Lønarbrøkurin er 0,75.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru 22 seingjarpláss, harav ein rehabiliteringseind við 9 seingjarplássum. Á fysio- og ergoterapideildini starvast 17 starvsfólk, 2 ergoterapeutar, 11 fysioterapeutar, 1 heilsurøktari, 1 psykomotoriskur terapeutur, neurosálarfrøðingur og logopedur. Bandagisttænastan Sahva er eisini knýtt at deildini.
Saman við seingjardeildini skipar fysio- og ergoterapideildin fyri rehabilitering til innlagdar sjúklingar, og uppfylgjandi rehabilitering eftir tørvi. Umframt hetta eru ymisk viðgerðartilboð staðsett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so sum rehabilitering til fólk við seinheilaskaða, giktasjúkum, sclerosu, endurvenjing eftir skurðviðgerð, so sum hondkirurgi og ortopedkirurgi sum heild.
Krav:
Vit vænta at tú:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelag Føroya.
Vit bjóða:
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Benadictu Sólheim Ellingsgaard, telefon 235467, ella teldupost benadicta@ks.fo
Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 02.10.26.
Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og
Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar
Fríggjadagin (í morgin) 18. september hita vit upp til ársins steypafinalur hjá KÍ kvinnum, U13 gentum og U13 dreingjum, sum…
Í dag legði Búskaparráðið fram eina temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið. Yvirskriftin var hendan: “Kósin er ikki haldfør – og má…
Jákup Biskopstø hevur hesa vikuna vant við fullari ferð. Jákup Biskopstø fór út við skaða í hálvleikinum móti 07 Vestur…