Norðlýsið kom fyrstu ferð út í 1915 og hevur verið lokala rødd Norðoyinga síðani. Og vit, sum í dag arbeiða á blaðnum, halda framhaldandi, at tað er brúk fyri einum lokalblaði í Norðoyggjum, og undirtøkan hiðani prógvar eisini, at norðoyingar flestir halda tað sama.