Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Áðrenn mánadagurin kemur …

Ólavur í Geil, Næstformaður í Demokratia

Síðan Sólvit Nolsøe og Árni Skaale blivu landsstýrismenn, hevur nógv kjak verið um kynsumboðan í landsstýrinum. Ein løtustøða sum væntandi varar í umleið 18 mánaðar.

Í hesum sambandi var forkvinnan í Demokratia at síggja og hoyra í KVF. Og eg má siga, at eg sum næstformaður, ikki kendi meg aftur í fleiri av hennara útsøgnum, sum bóru brá av ósannindum og fordómum og fyri meg kendist nakað av tí hugstoytt. Gamaní var tað á signalstøði … also hvat fyri signal Føroyar sendir til dømis til umheimin.

Forkvinnan segði tó nógv gott, millum annað um týdning av fjølbroyttari og breiðari umboðan í Landsstýri og Løgtingi. Og tað eri púra samdur í! 

Eg gangi út frá, at hon úttalaði seg sum forkvinna í Demokratia, men eg kenni ikki til at nevndin í Demokratia hevur samanborið okkum við Afganistan.

Afganistan, really? … Okey, vit eru á sama lista – hagfrøðisliga – sum Afganistan, í hesum eina føri, men at válka sær í hesari samanbering, haldi eg er djúpt óseriøst – eisini fyri KVF – og tænir bert einum arbitrærum og snævurskygdum argumenti.

Somuleiðis kom fram, at signalið vit senda til útheimin er, at Føroyar eru:

afturhaldssinnað tjóð,
afturhaldssinnað stýrið,
ikki framskygt,
ikki fjølbroytt

Soleiðis kenni eg ikki Føroyar, og hvat grundarlagið hjá forkvinnuni í Demokratia fyri hesari greining? Hvar hevur Demokratia hesa niðurstøðu frá? Eg veit ikki.

Demokratia virkar fyri javnari kynsumboðan í føroyskum politikki, og tað haldi eg, er eitt gott mál. Men ikki at tað sømir seg at koma við ógrundaðum og óseriøsum uppáhaldum um menn og Afganistan í samband við javnari kynsumboðan í føroyskum politikki.

Ólavur í Geil, Næstformaður í Demokratia