Benzin, franskbreyð og pylsur
Í gomlum døgum, og nú tosa vit um heilt gamlar dagar, frá tíðini áðrenn internetið, bar til at parkera við eina benzinpumpu, og kassadaman kom út av støðini, og spurdi hvussu nógv hon skuldi fylla á tangan. Tá fekk man fullan tanga fyri hundrað krónur, og man rindaði við at rulla rútin niður og rætta henni ein hundraðkrónuseðil. Man fór bara inn á sjálva støðina, um man skuldi hava viskarar, oljufiltur ella perur til lyktirnar.
Tá í tíðini hevði man eisini pylsuvognar, sum tóku sær av øllum pylsurelateraðum. Tvær stoktar við øllum var klassikarin. Vildu vit hava eitt nýbakað breyð, fóru vit til bakaran. Har bar eisini til at keypa mjøl, mjólk og annað til at baka við sjálvi.
Í 1990’unum gekk alt av skriðuni. Landið fór á heysin, bankarnir eisini, og tað sama gjørdu fleiri bakarí og pylsuvognar. Benzinstøðirnar hóraðu undan, og onkur fekk tað fiksa hugskotið at samla alt undir einum taki. Nú skuldi benzin, bakstur og grillmatur kunna keypast á einum og sama staði, og benzinstøðin bleiv tí miðdepil fyri tí, man fyrr skuldi runt til fleiri ymisk støð til.
Nú 20 ár seinni kemur ongin út at fylla tær á tangan. Tú fyllir sjálv/ur á, og skalt so inn at gjalda. Har er vanliga bara ein kassadama, og hon skal spyrja kundan frammanundan, um hann vil hava ostapylsu, baconpylsu, vanliga pylsu ella beefdog. Síðani verður úrvalið av svansi at koyra í presenterað. Fronsk dressing, ketchup, salsa, guacamole ella remoulada. Kundin biður hana endurtaka úrvalið, og spyr so sjálvandi eftir onkrum slagi, tey ikki hava.
Tá man so endiliga sleppur framat og skal gjalda fyri benzinið, og hon spyr um nakað meira, so nyttar ikki at spyrja um eitt oljufiltur til ein Toyota Avensis. Benzinstøðirnar í dag hava nevniliga seks sløg av pylsum, men oljufiltur hava tey ikki havt síðani áðrenn kassadaman varð fødd.
Viskarabløð og perur hava støðirnar tó enn, um man annars kann finna tað aftanfyri mjøl, eplasekkir og Nøtte. Í einum aftursvari uppá hesa kappingina eru matvøruhandlarnir so farnir at stilla fleiri hektolitrar av sprinklaravesku við dyrnar, og tað er helst bara ein spurningur um tíð, til viskarar og perur eisini flyta yvir í supermarknaðirnar, samstundis sum benzinstøðirnar víðka sítt úrval við nýggjum, spennandi pylsuvariantum.