Lýsing
Lýsing
Lýsing

Býráðsval 2020

Býráðsval verður týsdagin 10. november, og valfeløgini hava seinastu tíðina hildið uppstillingarfundir, men eru ikki liðug enn. Listarnir við valevnum skulu vera inni í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn valdagin. 

 

Valfeløgini avrátt at hava veljarafund
Á felags fundi millum valfeløgini var semja um at hava ein veljarafund fríggjakvøldið 6. november. Hetta er stutt undan býráðsvalinum og varð mett at hóska væl. Sum støðan er í landinum við Corona-farsóttini, vóru øll á einum máli um, at fundurin skal stroymast á Norðlýsinum og at ongir áskoðarar verða til fundin.

Fundurin byrjar kl. 21 og tankin aftanfyri hetta er, at tað er fríggjakvøld aftaná Gekkin, børnini eru farin í song og fólk sita inni og hugna sær afturvið einum góðum politiskum fundi, har flokkar og valevni geva teirra boð uppá hvussu stýrast skal næstu fýra árini. 

Tosað var aftur og fram um, hvussu valfundurin skuldi skipast. Semja var um, at Norðlýsið heitir á veljarar um at senda teirra boð uppá, hvørji evni skulu takast fram á fundinum. Norðlýsið savnar øll innkomnu boðini saman og á einum nýggjum fundi við valfeløgini í næstum verða endaligu evnini fastløgd.

Eisini varð dentur lagdur á, at øll valevni skuldu sleppa framat, og vónandi bleiv eitt livandi kjak millum valevnini. Orðstýrari stjórnar fundinum. Veljarar eru vælkomnir at senda inn spurningar, sum orðstýrarin kann senda víðari til flokkar og valevnir. 

At enda upplýstu umboðini, at tey eru í gongd við at fáa fólk upp á listarnar, fleiri hava fingið fyrispurning og hugsa seg um í hesum døgum. Listarnir verða klárir nakað eftir miðjan oktober.
 

Send títt boð uppá - hvørji evni skulu takast upp á veljarafundinum

Norðlýsið savnar øll innkomnu boðini saman og á einum nýggjum fundi við valfeløgini í næstum verða endaligu evnini fastløgd.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sett t…
KSS: Ísak V. Staksá sveinabræv sum maski…
Jóla­kortið 2020
Glitrandi perlur
Ákærdur - fríur ella dømdur
Rognkelsi sum lúsabasari í føroysku aliv…
Litrík høli mitt í býnum
Vínkúllar­nir bjóða til beinleiðis jólaví…
Veðrið í vikuni, sum kemur