Lýsing
Lýsing

Tøkk - Páll Østerø

frí. 3. aug. - mik. 29. aug.

Hjartaliga takka vit tykkum øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara høgt elskaði trúlovaði, sonur, bróður, mammubeiggi, pápabeiggi, versonur og svágur so brádliga bleiv kallaður heim til Harran.

Páll Østerø

10.05.89 – 12.07.18

 

Tøkk til øll tykkum sum tóku lut í bjargingini.

Tøkk til Marjun prest, Hanus prest og Helenu Klein fyri kreppuhjálp.

Tøkk til familju, vinir og kenningar fyri umsorgan, troyst og hjálpsemi.

Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum, í høllini og á grøvini.

Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.

Tøkk fyri allar bønir, kærleika, nærveru og umsorgan.

Tøkk til Eiðis kommunu, og Eiðis fólk fyri hjálp bæði í høllini, í Mizpa og til ervið í Hólmahúsinum.

Tøkk til berarar og gravarar.

Tøkk fyri orgulspæl ávíkavist í kapellinum og høllini.

Tøkk fyri vakrar tónar, meðan fólkið gekk inn í høllina.

Tøkk fyri minnisgávu til hansara ófødda barn.

Tøkk fyri minnisgávu til hansara trúlovaðu.

Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Páll til hansara seinasta hvíldarstað.

 

 

Familjunar vegna

Barbara, Maud, Bárður, Eirikur, Anna, Asta og Amanda við familju.

 

 

Ongantíð gloymdur í hjartanum goymdur <3

Seinastu tíðindini
Voluntouristar gera gøtu niðan til kikar…
Enn hava tey ikki fingið lívið av honum!
KÍ spælir toppdyst í Leirvík
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur