Lýsing
Lýsing

Grímur og Óli farnir

frí. 17. aug. - frí. 31. aug.

Í 1967 var eg á saltfiskaveiði á Flemmish Kap við línuskipinum "Stellu Karinu". Skipari var 29 ára gamli Grímur Rasmussen, og 1. stýrimaður var Óli í Geil 39 ára gamal, Óli var ættaður úr Skálavík, heimbygd míni, men var búsitandi í Klaksvík har Grímur eisini búði og var ættaður. Fyri góðum tveimum vikum síðan fylgdi eg Óla til gravar, 90 ára gamal, og nú komu so boðini, at Grímur eisini er farin. 80 ára gamal.

Tankarnir leita aftur til tíðina á Flemmish Kap við New Foundland, tá eg bara var seytjan ára gamal. Havi siglt við fleiri skipum, men onga staðni var arbeiði skipað so væl sum umborð á ”Stellu Karinu”, serliga hugsi eg um sunnudagin. Tá ið liðugt var at draga leygarkvøld, og línan var set, fekk manningin frí, inntil til lagt var á aftur at draga mánamorgun. Tí var tað sum hjá arbeiðsfólki á landi, hvíldir menn, ið byrjaðu nýggja arbeiðsviku mánamorgun. Hvønn sunnudag, eftir middag, var møti hildið í messuni, ein av manningini las lestur, og Grímur hevði altíð ein vitnisburð.

Við øðrum skipum visti tú ikki nær tað var sunnudag. Onkur av manningini plagdi taka til: ”Kokkurin kókar kjøt til døgurða í dag, so er tað nokk sunnudagur.”

Havi ofta hugsa um, at vit mistu einki við at halda hvíludagin, tí tá ið vit fóru at sigla heim við fullari last, umleið 340 tonsum, var hetta til dato størsta last, sum nakað línuskip hevði ført til landi. Eisini umborð á línuskipið ”Norðingur” var lagt stilt sunnudag, og gjørdu teir tríggjar saltfiskatúrar um árið yvir á Flemmish Kap.

Við ikki at fiska sunnudag, var tað ikki bara manningin, sum fekk frið, tað fekk fiskurin í sjónum eisini, og var hetta tí eisini ein vernd av fiskastovninum, sum nógv verður tosa um í dag.

Tað var ein góð og minnilig tíð at vera saman við teimum monnunum, sum tankarnir ofta leita aftur til.

Nú eru so bæði Óli og Grímur farnir foldum frá eins og nógvir aðrir av manningini, sum var við ”Stellu Karinu”. Jesus troysti tey, sum sita eftir, og friður veri við minninum um teir.

 

John S. Myllhamar

Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…