Lýsing
Lýsing

Kathrina Joensen lærari Skopunar skúla í 40 ár

mán. 11. des. - mán. 18. des.

Kathrina er fødd í Skopun 12. september 1953. Hon er dóttir Abraham Ludvig Joensen úr Skopun og Amandu Dalberg Hansen, ætta úr Haskatrøð í Dali.

Eftir lokna skúlatíð í barnaskúlanum á Herðuni fór Kathrina út at arbeiða. Á flakavirkið í Skopun, sum tá var nýtt. Í húspláss í Klaksvík, og í Alfa bókahandlinum, eisini í Klaksvík.

Hugurin at fáa sær eina útbúgving var tó stórur, men tá var eingin Megilskúli, so leiðin lá í realskúlan í Hoydølum. Í Hoydalar sendu tey fínu í Havn síni børn, sum skuldu lesa víðari, og so vóru tað bygdabørnini, sum ikki høvdu eina framhaldsdeild at fara í. Tað var rætttiliga dýrt fyri foreldrini at lata børnini ganga í skúla í Havn. Eg veit tó, at bæði pápin og mamman stuðlaði henni í allar mátar.

Tað var ikki so heilt vanligt, at koma úr eini sjómansfamilju og at læra, tí tað var smátt við peningi hjá øllum verkafólki. Páparnir vóru raskir. Teir komu av skipi og beint at rógva út. Mammurnar vóru ikki minnið raskar. Tær stýrdu húsinum.

Úr Hoydølum fór Kathrina á Føroya Læraraskúla, so áræðið skortaði ikki. Í flokkinum vóru tólv mannfólk og nýggju konufólk, so lærarastarvið var tá enn ikki vorðið næstan eitt konufólkastarv burturav.

Aftan á lokna skúlatíð á læraraskúlanum, kom Kathrina til Skopunar at vera lærari. 23 ára gomul og ongantíð havt ein skúlatíma einsamøll áður. Starvsfelagirnir vóru Jógvan Adolf Johannesen, sum var fyrstilærari, og Sigurd Bærentsen. Eisini ungur tá.

Onkuntíð kann Kathrina tosa um tað fyrstu tíðina sum lærari saman við áður nevndu, sum bæði vóru stuttligir, skemtingarsamir og av bestu frásøgumonnum.

Ja, nógv er broytt síðan Prestjógvan lærdi børn í Skopunar at lesa heima við hús. Sín kunnleika til lesing mundi hann hava fingið frá próstinum á Nesi. Tó tað vóru fólk tá í tíðini, sum nærmast lærdi seg sjálvan at lesa, og nomu sær kunnleika á tann hátt.

Síðan 2006 hevur Kathrina verið fyrstilærari á Herðuni. Hon varð sett sum fyrstilærari av Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í skúlamálum, sum hevði verið floksfelagi hennara á lærarskúlanum.

Tað eru stórar broytingar farnar fram í Skopunar skúla seinastu árini. Skúlin er útbygdur og umbygdur, og kann metast millum teir fremstu barnaskúlarnar í landinum.

Í bygdarsamfelagnum hevur Kathrina heldur ikki smæðst burtur, men hevur verið í fremstu røð.

Hon varð vald í kommunustýrið í 2000 og sat í trý skeið. Tvey av teimum sum vara borgarstjóri. Hon var ein sera virkin kommunustýrislimur.

Kathrina hevur skrivað burtur úr søguni hjá Skopunar kirkju í bókini hjá Palla Gregoriussen: “Yngru hválvkirkjunar”. Har yngru hválvkirkjunar í Føroyum verða umrøddar. Har ímillum er Skopunar kirkja. Hon kennir søguna hjá bygdini rættiliga væl.

Í Skopunar Bygdarsavni hevur Kathrina verið virkin. Har hevur hon virkað í mong ár.

Ja Kathrina, tað hevur avgjørt verið ein stuttleiki at samstarva við teg – og er tað enn. – Tað er nakað, sum øll í kommunustýrinum eru samd um.

Vit ynskja tær bestu eydnu framyvir.

Við Guds signing

 

Vegna Skopunar Kommunu

Gerhard Lognberg

borgarstj.

Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði