Lýsing
Lýsing

Tøkk - Katrin Laila Ósá Niclassen

týs. 20. feb. kl. 00.01 - sun. 18. mar. kl. 23.59

Hjartans tøkk til tykkum mongu, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu tá okkara elskaða dóttir, kona, mamma, vermamma, omma og systir,

Katrin Laila Ósá Niclassen

f. 08.01.1964 - d. 14.10.2017

andaðist og var jarðað.

Tøkk til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsið og Hotel Torshavn.

Tøkk til Marjun Lómaklett, prest og Hanus á Gørðum, prest fyri vøkur og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni.

Tøkk til kirkjutænarar, gravarar og sangarar og til Andrass Sólstein fyri vakurt spæl í kirkjuni.

Tøkk til starvsfólkini á Klaksvíkar sjúkrahúsið fyri umsorgan og hjálp hennara seinastu tíð.

Tøkk fyri gávur til krabbameinsfelagið og tøkk til tykkum øll sum hjálptu til við ervinum.

Tøkk til tykkum mongu sum vóru um okkum og hjálpti okkum í hesu okkara sváru tíð.

Tøkk til tykkum mongu sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.

Hjartans tøkk øll somul við orðinum sum Katrin hevði tikið til sín:

“Frelsari mín! frelsari mín!
Náði tín hon mítt skjól”
Paradísportrið er opnað mær,
Aldri kann eg fulltakka tær
:,:fyri gleðilig jól. :,:

Familjunar vegna
Poul Jan Niclassen

Seinastu tíðindini
Hans Andrias syngur í Moskva
Bóndin: Eitt miðal ár í Barmi
"Ein søtur sigur"
Óli og Jonn á U19 lands­liðnum
Við Norð­lýsi­num á Eplafestival leygardag…
Við og uttan sosialdemokratist kammerrat…
Ben Arabo sagdur úr starvi
Klaksvíkar Kappróðrar­felag skal inn her
Væl brúkiligt fiskarí
Lýsing