Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing

Tøkk – Óli Jall Hansen

hós. 12. apr. kl. 00.01 - hós. 26. apr. kl. 23.59

Tøkk

Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og beiggi okkara

Óli Jall Hansen
f. 14.02.1942 – d. 27.10.2017
andaðist og varð jarðaður.

Takk til starvsfólkini í Norðoya Bú- og Heimatænastu, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á onkologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Takk til John Mikkelsen, Richard Thomsen, Eyðun Elttør og Poul Færø fyri góð og troystarrík orð í heiminum, í Betesda og á grøvini.

Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Krabbameinsfelagið.

Takk til gravaran og tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini, ervinum, tit sum bakaðu og øllum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold.

Ein serlig heilsan og tøkk til tykkum mongu, sum so trúliga vitjaðu okkum, meðan hann var sjúkur.

Familjunnar vegna
Elsa, Jan og Edvin

Seinastu tíðindini
Gutti Winther + Pipar & Salt í Klaksvík…
Løgtingsfor­maðu­rin: - Eg taki broytingar…
Gott úrslit hjá Føroya Tele í 2017
Beinta sett í verkætlanarstarv
Stórmál­ini sleppa ikki ígjøgnum
Vit og skil í Klaksvíkar kommunu
Fyrilitarleysar hugsanir í býráðnum
Áhugafelagið  Nólsoyar Páll ársaðalfund
Tunlar norður um Fjall falla allarhelst