Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ger nú tað rætta løgmaður !

Tíðindaskriv

Nú hevur løgmaður ein gyltan møguleika at seta rætta landsstýrisfólkið í samferðslumálum, sum kann loysa innkomuvegin til Havnar. Javnaðarflokkurin hevur sitið við samferðslumálum hetta valskeiðið, og ilt er at síggja nakra vælvild ella nakað úrslit viðvíkjandi størstu ferðsluavbjóðing í landinum,  nevniliga innkomuvegin til høvuðsstaðin. Hóast avtala er undirritað millum býráðið og samferslumálaráðið, so hevur hendan avtalan verið skúgvað til viks av undanfarna  landsstýrisfólki hjá Javnaðarflokkinum. Óteljandi ferðir hava vit í Tórshavar býráð heitt á landsins myndugleikar og landsstýrismannin í samferðslumálum um at virða hesa avtalu, tó úrslitaleyst. Nú hevur løgmaður ein gyltan møguleika, at seta eitt landssýrisfólk, ið hevur vilja og dirvi at loysa hetta stórmál. Hetta er ein innilig heitan frá okkum í Tórshavnar býráð.

 

Annika Olsen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu