Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!

Katrin Dagbjartsdóttir

Við einum pennastroki hevur núverandi samgonga STRIKAÐ stuðulin, 200.000 kr., sum eg vanliga fái, tá ið eg skifti mítt hjálpartól út

 

 

Hvat havi eg standandi í túninum? Hetta er mín lívlinja til eitt vanligt gerandislív. Arbeiði, innkeyp, ørindi, sosialt lív uttanfyri 4 veggirnar.

Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!

Við einum pennastroki hevur núverandi samgonga STRIKAÐ stuðulin, 200.000kr, sum eg vanliga fái, tá ið eg skifti mítt hjálpartól út.

Landið ‘sparir’ í fyrstu atløgu. Men roknast kann við, at fleiri lág/ og miðallønt ikki fara at hava ráð til sítt hjálpartól, av tí at stuðulin er strikaður.

Men hvat kostar tað, at fáa fleiri hundrað óhjálpnar almannaklientar afturat?

Tí júst TAÐ verður avleiðingin. At púra vanlig fólk, ið bara eru bundin at bilinum, ikki fara at klára at røkja sínar skyldur.
Hvat kostar tað í lívskvaliteti?

Broytið hatta aftur, beinanvegin!

Takk.