Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Poddar

Í Grønlandi hevur helmingin bert fólkaskúlaprógv

Jóhann Lützen

Í mun til áleið 13-15% av føroyingum í arbeiðsførum aldri, so er fólkaskúlaprógv hægsta útbúgvingarstig hjá 49% av grønlendingum í arbeiðsstyrkini.

Hetta er lýst í nýggjari greining hjá danska Tjóðbankanum av grønlendska búskapinum.

“Hetta var eitt sindur skelkandi at hoyra um” greiðir Johnny í Grótinum frá í nýggja partinum av poddrøðini “Búskapur í øllum”. “Sambært tjóðbankanum er hetta ein týðandi partur av forkláringini uppá, at búskaparliga virðisskapanini í Grønlandi er nógv lægri enn í Danmark og Føroyum. Hetta vísir samstundis eisini potentialið í at økja um virðisskapanina í Grønlandi.”

Nýggi parturin av “Búskapur í øllum” snýr seg um grønlendska búskapin samanborið við føroyska búskapin. Johnny vitjaði í Nuuk í januar, har hann luttók í ráðstevnu saman við formonnunum í grønlendska og danska búskaparráðnum.

Búskapur í øllum: Grønlendski búskapurin í afturgongd hóast stórt uppmerksemi