Frederikstad vann 2-1 á Skeid í dag, og var tað stórspælandi klaksvíkingurin, Jóannes Bjsrtalíð, í skoraði bæði málini.
Teir liggja í løtuni nummar eitt við 32 stigum í OBOS-deildini í Noreg, men á øðrum plássi liggur Kongsvinger, ið hevur spælt ein dyst færri, við 31 stigum. Kongsvinger skal spæla sunnudagin, og tí eru øll eygu vend móti úrslitinum av tí dystinum.
Stóra norska blaðið VG, skrivar á heimasíðu sínari um stórspælandi Klaksvíkingin, og í somu umbering enn einaferð nevnir fantastiska úrslitið, ið KÍ fekk á Hæcken.
Jóannes skoraði eitt framúr mál við einum dundurskoti í 21’minutti, og legði Frederikstad á odda. Støðan helt sær til 61’minutt, tá ið Skeid fekk javnað.
Men Jóannes vildi tað øðrvísi, tí langt inn í yvirtíðini fekk Jóannes stútað bóltin í málið til endaligu støðuna 2-1.
Meiri kann lesast um dystin á vg.no niðanfyri:
https://www.vg.no/sport/fotball/i/VPB5Al/fredrikstad-tok-over-tabelltopp-etter-overtidsscoring



