Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Komið øll við

– KÍ spælir ikki fótbólt

Jóhann Lützen

Eg eri keddur av at síggja KÍ í ár, har er onki skil á, leikararni sum eru keyptir eru ikki KÍ leikarar, sigur ein bersøgin Kristian Joensen í nýggju fótbóltssendingi “Skotið” hjá Norðlýsinum

 

Skotið er eitt poddvarp, har vertur er Jóan Pauli Jacobsen – ein sannur fótbóltsnørdur við drúgvum royndum innan føroyskan fótbólt.

Í fyrstu sendingini er KÍ viðhaldsmaðurin Kristian Joensen gestur. Hann hevur verið stadion-speakari hjá KÍ í mong ár. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga at Kristian Joensen er ikki imponeraður av byrjanini hjá KÍ. Tosa verður eisini um Premier Leauge í Onglandi.

Eisini verður komið inn á heimsmeistarkappingina, sum verður hildin í USA í summar. Í reinum nørdastíli sigur Jóan Pauli søguna um tað fyrsta steypið og hvussu hon ávirkaði at HM yvirhøvur gjørdist veruleiki. 

Føroysku landsliðskvinnurnar vunnu 1-0 á Georgia seinasta vikuskifti. Kvinnurnar vísa at tær eru millum tær bestu av teimum smærru londunum. Kristian er errin av okkara landsliðskvinnum. Nær síggja vit fyrsta kvinnuliga venjaran í bestu mannfólkadeildini?

Sendingin er ein tíma til longdar. 

Hoyr sendingina niðanfyri