Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Poddar

Kom inn á Lærarastovuna

Jóhann Lützen

2.L á læraraskúlanum á Fróðskaparsetrinum fer undir ein lærarapodd her á Norðlýsinum, har viðkomandi evnir innan fólkaskúlan verða umrødd

 

Vit halda at tørvur er á einum rúmi har tosast kann um viðkomandi evni fyri føroyska fólkaskúlan, segði Gunnvá Tróndardóttir við Kristian Joensen í sendingini Komið øll við í dag

Næmingar í 2.L á læraraskúlanum hava so nógv uppá hjarta, at tey eru farin undir egna sending tey kalla Lærarastovan. Vit ætla at komandi og núverandi lærarar og onnur við tilknýti til fólkaskúlan fáa ein almennan pall, sigur Sarita. 

Tá vit spyrja tær tríggjar nær fyrsta sending kann væntast, so siga tær at fyrsta sending verður um tvær vikur ella har á leið.