Lýsing

Spennandi og avbjóðandi størv á demensdeildini á Gøtubrá!

Brennur tú fyri at skapa heimligar umstøður fyri menniskju, ið hava sjúkuna demens? Og hevur tú áhuga í, at vera partur av at menna fakligu dygdina á deildini? So er tað tær, vit leita eftir.

Eldrasambýlið Gøtubrá er 15 ára gamalt. Húsið er væl innrættað og er í tveimum hæddum. 10 húsfólk búgva á ovaru hæddini, og 8 húsfólk búgva á niðaru hæddini. Demensdeildin húsast á niðaru hæddini, og her starvast allir heilsu fakbólkar, umframt køks- og reingerðarstarvsfólk. Á demensdeildini eru trý starvsfólk á dagvakt, trý starvsfólk á kvøldvakt og eitt á náttarvakt. Náttarvaktin samstarvar við náttarvaktina á ovari hæddini.

Farloyvisstarv                  
Einum heilsuhjálpara, at arbeiða 28 tímar um vikuna, frá 1. februar 2020 til 31. desembur 2020. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskiftið.

Fast starv                          
Einum heilsuhjálpara, at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 1. februar 2020.  Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskiftið.

Dentur verður lagdur á at tú:

  • Hevur útbúgving sum heilsuhjálpari.
  • Hevur serligan áhugað í demensjúkum og eldrarøkt.
  • Av lyndi ert tú tolin, nærverandi, jalig/ur, rólig/ur og glað/ur.
  • Kann vera kreativ/ur og nýhugsandi.
  • Dugir at samstarva við allar fakbólkar.
  • Ert broytingarsinnaður 

Vit kunna bjóða:

  • Innleiðsludagar
  • Góðar starvsfelagar
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, ið er í einari broytingar tilgongd
  • Eitt spennandi starv við avbjóðandi og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum
  • Møguleika fyri at taka viðkomandi skeið

Starvsetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til: Anniku H. Kallsberg, deildarleiðara á Gøtubrá tlf.73 02 52. Umsókn við prógvum, lívsrenslið/CV o.ø. skula vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 16. desembur 2019 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: nand@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024