Lýsing

Faklærari til Timburdeildina

 Vit leita eftir einum lærara, sum kann kveikja og menna ungar næmingar til timburyrkið.
Samstarv, eldhugi, opinleiki, viðurkenning og hugsjónir um fakliga- og námsfrøðiliga menning eru hugtøk, sum vit leggja dent á.  Faklærarin skal virka fyri at skapa virðing fyri skúlanum og skal hava hug og hegni at undirvísa.

 

Førleiki
sveinabræv sum timbumaður við minst 5 ára vinnulívsroyndum og førleika og royndir við tekni-forritum. Umsøkjarar við viðkomandi framhaldsútbúgving sum t.d. byggifrøðingur hava fyrimun.

 

Starvið
umfatar undirvísing av næmingum og lærlingum í timburyrkinum, tvørfakligt samstarv og luttøku í toymisarbeiði.

 

Setanartreytir
eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Fulltíðarstarv svarandi til vanliga arbeiðsviku og frítíð eftir nevnda sáttmála. Í seinasta lagi 2 ár eftir at lærari er settur í fast starv, skal hann hava tikið námsfrøðiliga útbúgving.
 
Umsókn
skal sendast skúlastjóranum á teldupost adressuna runih@tsk.fo ella
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Postboks 20
700 Klaksvík
 
í seinasta lagi 29. oktober 2018
 
Faklærarin skal eftir ætlan byrja í starvinum 7. januar 2019.
 
Eru spurningar um starvið, so kann ringjast til Sjúrð Sólstein, økisleiðara ella Rúna Heinesen,
skúlastjóri.

Tekniski Skúlin í Klaksvík
telefon nr. 456311
www.tsk.fo

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024