Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nevndin í FM heldur fram

Føroysk Miðlafólk

Aðalfundurin í Føroyskum Miðlafólkum valdi aftur tey trý, sum stóðu fyri vali hesaferð.

Sambært viðtøkunum skal formaðurin veljast beinleiðis hvørt ár, og Jón Brian Hvidtfeldt varð afturvaldur til sítt fimta formansskeið. Øssur Winthereig, næstformaður, og Uni Arge, skrivari, vórðu somuleiðis afturvaldir fyri eitt tvey ára skeið. Einasta broyting er, at Arnfríð Joensen-Dahl er nýggjur tiltakslimur fyri Jens Hákun Leo.

 

Nevndin í Føroyskum Miðlafólkum (FM) er nú henda:

 

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður

Øssur Winthereig, næstformaður

Elin Mirjamsdóttir, kassameistari

Uni Arge, skrivari

Beate L. Samuelsen, nevndarlimur

Jens Kristian Vang, tiltakslimur

Arnfríð Joensen-Dahl, tiltakslimur

 

Aðalfundurin í FM er vanliga í mars, men korona útsetti aðalfundin til leygardagin 4. juli. Farna skeið hevur verið hendingaríkt í felagnum. Í november varð nýggjur tvey ára sáttmáli undirskrivaður við FAG, ið fevnir um privatu fjølmiðlarnar. Eisini skipaði FM fyri fakligu ráðstevnuni ”Føroyskir fjølmiðlar á vegamóti”, har høvið var at umrøða avbjóðingarnar í føroyska miðlaheiminum og hvørja framtíð miðlarnir ganga ímóti. Vit hoyrdu stuttar framløgur frá journalistum, blaðstjóra, politikarum, umframt at útlendskur fyrilestrahaldari gav okkum eitt yvirlit yvir støðuna í miðlaheiminum í okkara norðurlendsku grannalondum.

Føroysk Miðlafólk vóru eisini virkin uttanlands farna skeiðið. Felagið varð bjóðað við á landsfundin hjá Dansk Journalistforbund, vit vóru við á ársfundinum hjá Nordisk Nournalistforbund í Helsinki, og vit luttóku á ráðstevnuni ”True, false or in between”, ið Norðurlendska Ráðharraráðið skipaði fyri saman við íslendsku stjórnini á Vígdis Finnbogadóttir Institute í Reykjavík í oktober. Føroysk Miðlafólk eru limir í norðurlendska og evropeiska felagsskapinum fyri journalistar, ávíkavist NJF og EFJ.

Føroysk Miðlafólk vil vera eitt felag fyri øll, sum hava sítt yrki í føroyska miðlaheiminum. Felagið er umboðað í Fjølmiðlanevndini, í Miðlastuðulsnevndini, vit eru partur av rættindafelagsskapinum Fjølrit, umframt at felagið er umboðað í einstøkum grunnum og dómsnevndum av ymsum slag. Eisini er felagið hoyringspartur í málum, sum mugu metast at vera viðkomandi fyri føroyska miðlaheimin.

Føroysk Miðlafólk er eitt felag í vøkstri, og limatalið nærkast nú 40. Talan er um starvsfólk í privatu fjølmiðlunum, í Kringvarpinum og fríyrkisfólk.

Meira fæst at vita um felagið á www.journalist.fo.