Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Nøglin

Nøglin: Klaksvíkingur tapir aftur á Eystanstevnu

Jóhann Lützen

Í ”Nøglini” vóru Hjalmar Zachariassen og Kristmund Petersen í panelinum hesaferð, og tá prátið fall á 10-mannafarsróðurin á Eystanstevnu í morgin, vóru teir á einum máli um, at hesa ferð vinnur Ormurin Langi, meðan Klaksvíkingur aftur tapir. Orsøkina siga teir vera, at teir á Klaksvíkingi hava gjørt ov nógvar broytingar.

Hjalmar Zachariassen segði soleiðis: ”Ormurin [Langi, blðm.] fer at fáa ein góðan start, og teir fara at taka dystin við Havnarbátin for inn. Eg eri ikki sannførdur um Klaksvíking, har teir hava gjørt so stórar broytingar, so eg sigi Ormurin Langi nummar eitt, Havnarbáturin nummar 2 og so verður Klaksvíkingur aftastur. Men alt verður innanfyri 1-2 sekund”.

Kristmund Petersen helt soleiðis fyri: ”Eg eri nokkso samdur í raðfylgjuni, men eg vænti […] at Ormurin tekur tað akkurát í morgin, men tað verður ikki stórt. Tað verður millum ein skut og hálva bátslongd, men so verður ein heil bátslongd aftur til Klaksvíking. Teir gera so nógvar broytingar nú; har kemur ein maður, sum hevur sitið í stýriborði í 10-11 ár, sum nú skal sita í bakborði, og har eru fýra umrokeringar innanborða. Tað kann bera frukt seinni í ár, men til akkurát hesa stevnuna verða teir noyddir at taka eitt skritt aftur”.

Sendingin Nøglin kann hoyrast í fullum líki her