Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Komið øll við

Norðoyatunnilin setur dám á blaðið

Jóhann Lützen

Vit tosa um innihaldið í blaðnum hesaferð. Frítt er at koyra í Norðoyatunnilinum til 3. mai, nú tað eru 20 ár síðan at koyrandi gjørdist undir Leirvíksfjørð

 

20 ára føðingardagurin hjá Norðoyatunnilinum setur dám á blaðið hesaferð.

Um tit ynskja at halda blaðið er bert at skriva til okkara á info@nordlysid.fo ella ringja til okkara á tlf 221991.

Vit hava millum annað samrøður við Karl á Høvdanum, Jóhannu á Bergi og Kristian Mikkjalson, ið øll eru stórbrúkarar av Norðoyatunnilinum. Vit hava harumframt samrøður ið Jógvan Við Keldu og Steinbjørn O. Jacobsen fyrrverandi borgarstjórar í Klaksvíkar kommunu og sjálvsagt hevur ítróttarskrivari okkara Jákup Ósá nøkur orð um KÍ eisini.  

Hoyr samrøðuna niðanfyri, sum var gjørd í gjár.