Lýsing

Nýtt og spennandi eldrablað

- Endamálið er at vísa á, at aldurdómurin er verdur at gleða seg til. Tað sigur Hansa Hansen, samskipari á nýggjum føroyskum eldrablaði, sum kemur út fyrsu ferð síðst í november.

Tað at gerast eldri verður oftast umtalað í sambandi við pensión, eldrarøkt og enntá viðhvørt sum “eldrabyrða”. Hetta vilja tey, sum geva nýggja eldrablaðið út, royna at broyta.

- Vit vilja bróta vanahugsan um aldurdóm og ístaðin geva pláss fyri søgum um møguleikar, orku og royndir. Longu í sambandi við fyrsta blaðið hava vit fingið íblástur til komandi bløð, tí tað eru so nógvar áhugaverdar søgur at fortelja, greiðir Hansa Hansen frá.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bretland verður framvegis knítt at felag…
Jørgen Niclasen afturvaldur til formann
Beinleiðis stroyming: Lands­fundur hjá Fó…
Teir fiska væl
Íverkseta­rin Nólsoyar Páll
Trupulleikar við spælara­loyvi­num í Itali…
Vænta 20.000 áskoðarar
Jóannes: Vit skulu arbeiða hart
Klæmint fær møguleikan