Leygardagin og sunnudagin hevur Finleif Mortensen sítt atelier opið fyri so tilber at síggja hvat er í gongd og hvat annars hongur á vegginum av lidnum málningum í atelierinum. Eisini eru nakrir eldri málningar funnir fram aftir og kunnu síggjast.
Eftir at korona mestsum stongdi øll gallaríir og útstillingshølir her og uttanlanda er spakuliga gongd komin á aftur tó við teimum tilmælum sum eru galdandi. Finleif er aktivur við framsýningum her og uttanlanda og er talan um figurativa landsskaps málningar og abstraktar.
Tað sum er á stafelinum í løtuni eru málningar sum eru inspireraðir av hesum serliga heyst og vetrarljósinum sum eisini óbevíst ávirkar litsamansetingina í tí abstrakta málninginum.
Framsýningin er opin leygardagin frá 11.00 – 18.00 og sunnudagin frá 14.00 – 18.00 eftir hetta kann atelierið vitjast eftir avtalu. Adressan er Undur Torvbrekku 12b Strendur



