Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Spurningur til leiðsluna i KVF

Tordur J. Niclasen

Í tíðindasendingum hjá KVF tann 9. januar, varð beinleiðis sagt, at ”Meir enn helmingurin av føroyingum tekur undir við, at fosturtøka skal vera loyvd til og við 12 viku í viðgongutíðini”( ÚF) og ” Meiriluti er í fólkinum fyri fríari fosturtøky fram til 12. viku” (SVF). ”Tað vísir ein kanning sum ”Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið”

 

 

Einki varð sagt um, hvussu nógvir føroyingar luttóku í hesi kanning, sum annars er vanligt at upplýsa, tá slíkar kanningar verða gjørdar.

Tí er mín spurningur til leiðsluna í KVF: Kunnu tit vinarliga upplýsa, hvussu nógv fólk vóru við í kanningini ?

Við tøkk.

Tordur J. Niclasen