Lýsing

Starv sum ergoterapeutur til Heimatænatuna hjá VEKS

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum ergoterapeuti til Heimatænastuna í VEKS.

Starvsbrøkur er 0,8 og byrjunardagur eftir nærri avtalu.

Tilvísing

        Starvið hevur tilvísing til leiðaran fyri Heimatænastuna í VEKS

Førleikakrøv

  • Útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur.
  • Áhuga fyri at dagføra fakliga førleikan innan terapeutiska øki.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
  • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Hava lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna terapeutiska virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og uppbyggjandi samstarvi við leiðslu, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

Arbeiðsuppgávur

  • Skipa og útinna fyribyrgjandi venjingar, endurvenjingar v.m. bæði í bólkum og hjá tí einstaka borgaranum.
  • Vera við til at menna strategisk, faklig og praktisk viðurskiftir innan tað terapeutiska økið.
  • Samstarva við m.a. visitator innan terapeutiska partin í samband við visitering, heimavitjanir v.m.
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
  • Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.
  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar, og í mun til hetta, at seta neyðug átøk í verk.
  • Innan terapeutiska øki vegleiða og undirvísa starvsfólkahópi og einstaka brúkaranum.
  • Tryggja og menna gott samskifti og høgt kunningarstøðið, bæði til borgarar, starvsfólk og
    aðrar samstarvspartar.

Vit kunnu bjóða

  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
  • Dugnaligar starvsfelagar
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

Setanar- og lønarviðurskifti

        Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.

        Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarefelagið og Ergoterapeutfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til

        veks@veks.fo

ella

        Heimatænastan í VEKS
        Bakkavegur 59
        350 Vestmanna


Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 12. desembur.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til

        Niels A. Joensen, tlf. 260552 ella teldupost nielsj@veks.fo

_ _ _ _ _

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo.

Aftur
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024