Lýsing

Kt–fólk til Nám/Próvstovuna

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki til setanar 1. apríl 2021.


Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, og Próvstovan er partur av Námi.
Aðalmálið hjá Námi er at savna og slóða fyri, so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast. Nám skapar og veitir dygdartænasur at fremja læring og menning.

Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, Office365 og ger undirvísingartilfar og stendur saman við Próvstovuni fyri próvtøkunum í skúlaverkinum. Starvsfólkið verður partur av kt-toyminum. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi og Próvstovuni við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á innihaldið í starvinum.

Umsøkjarin skal vera kreativur, kveikjandi, álitisvekjandi, framsøkin og sjálvstøðugur.

Arbeiðsøkið fevnir um at vera við til at:
·      skipa kt-partin í Próvstovuni
·      loysa innanhýsis supportarauppgávur hjá stovninum
·      skipa fyri skeiðum og hava tætt samband og samstarv við skúlar
·      menna kt-didaktiska partin á øllum økjum í Námi

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:
·      útbúgving frá hægri lærustovni
·      útbúgving innan kt
·      góðan kunnleika um talgildar loysnir og talgilt byggilag
·      royndir við íverksetan av kt-verkætlanum
·      góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
·      góðar samskiftisførleikar

Umsøkjarar, ið hava viðkomandi námsfrøðiliga útbúgving, kt-didaktiskar royndir ella hava royndir í verkætlanarleiðslu og verkætlanarstýring, kunnu hava fyrimun.

Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Harafturat skal tann, ið settur verður, vera við til at mynda starvið og starvsinnihaldið. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan 1. apríl 2021 ella skjótast gjørligt.

Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á
tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 17. mars 2021 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024