Lýsing

Starv sum løgfrøðingur í Løgtinginum

Í sambandi við, at ein av okkara løgfrøðingum fer í farloyvi í eitt ár, er eitt fulltrúastarv sum løgfrøðingur í Løgtinginum leyst at søkja til setan frá 1. mai 2021 og fram til 1. apríl 2022.

Uppgávurnar fevna m.a. um:
·      at vera nevndarskrivari í Trivnaðarnevndini og Útnorðurráðnum umframt møguligum øðrum nevndum
·      at vera løgfrøðiligur ráðgevi hjá flokkum og tingmonnum í sambandi við lóggávuarbeiði
·      at luttaka í vanligari málsviðgerð og umsitingarligum uppgávum

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum til tíðir er rættiliga krevjandi, og har nógv er at gera og at halda skil á. Tann, sum settur verður, skal hava útbúgving sum løgfrøðingur (Cand.jur.), hava góðan kunnleika til føroyskt mál, áhuga fyri at arbeiða í politisku skipanini og góðan kunnleika til nýtslu av teldu. Kunnleiki og royndir frá arbeiði í landsfyrisitingini kunnu vera ein fyrimunur.

Starvið verður lønt samsvarandi sáttmálanum millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir saman við prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi 16. mars 2021, kl. 12. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@logting.fo ella við vanligum brævi til Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn.


Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra á tlf. 520294 ella til Rannvá Sólheim, ráðgeva á tlf. 277743.

Aftur
Laboratoriuteknikari ella laborantur til…
Umsóknarfreist:
11. jan 2026
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Vaskifólk til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Lærlingur til maskinsmíð
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Timburlærlingur
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Mekanikari
Umsóknarfreist:
5. jan 2026