Lýsing

Handilsleiðari til Sheep í Klaksvík

Sheep letur upp nýggjan handil í Klaksvík í næstum, og í tí sambandi leita vit eftir einum virkisfúsum, tænastusinnaðum og dugnaligum handilsleiðara, ið kann vera við frá byrjan.


Sum handilsleiðari eru høvuðsuppgávurnar at skapa eitt toymi av væl skikkaðum starvsfelagum, tískil er umráðandi, at tú dugir at útluta uppgávur og ert ment/ur at skapa sjónlig úrslit við at hugfanga, eggja og menna starvsfelagarnar.


Tað er tín ábyrgd at læra starvsfólkini upp eins og tað eisini verður tín ábyrgd at leggja vaktarætlan, og traðka til um tørvur er á tí.


Í dagligdegnum tryggjar tú, saman við starvsfelagum tínum, at handilin er innbjóðandi, at vørur eru á hillunum og lagið er gott.


Í handlinum verður eitt stórt og breitt vøruúrval, har ein stórur partur javnan verður dagførdur, tískil er tað týdningarmikið, at tú eisini hevur góð kreativ evni til javnan at gera broytingar í handlinum og hevur eitt skipað og gott yvirlit.


Vit vænta av tær, at tú:
- Ert ábyrgdarfull/-ur
- Ert arbeiðssom/samur
- Hevur eitt høgt tempo
- Hevur góðan røkisskap
- Ert fleksibul, sølu- og tænastusinnað/-ur
- Hevur ein jaligan hugburð


Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir á økinum og/ella ert søluatstøðingur, men ikki ein treyt.


Løn eftir avtalu.
Umsóknir til starvið skulu sendast til lis@sheep.fo. Evstamark at søkja er fríggjadagin 9. Apríl. Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Lis Waagstein, stjóra, telefon 21 11 31 ella við at senda teldupost til lis@sheep.fo.

Aftur
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Kunda­ráð­gevi til Føroya Banka í Klaksvík
Umsóknarfreist:
22. jun 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá (longd freist)
Umsóknarfreist:
10. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
Umsóknarfreist:
12. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026