Lýsing

Lærarastørv á Kambsdali 2021 - 2022

Miðnám á Kambsdali søkir eftir undirvísarum.

Undirvísingartímar eru leysir at søkja í hesum lærugreinum – mett vikutímatal:

Donskum (11), enskum (7), fígging C (6), føroyskum (30), heimspeki C (3), innovatión C (3), ítrótti (28), leiklist C (3), lívfrøði (17), mentanarfatan C (3), samfelagsfrøði C (6), sálarfrøði C (9), støddfrøði C (15), søgu (3), sølubúskapi C (8), tónleiki C (3), vinnulívsrætti C (9) og virkisbúskapi C (14)

Talan kann vera um fast starv, avloysarastarv ella tímalærarastarv - tó treytað av játtan og virksemi. Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.

Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður at undirvísa í B og A stigi, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Tann, ið settur verður at undirvísa í C stigi, skal hava minst bachelor
útbúgving á 180 ECTS í einari lærugrein frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast møguligt.

Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.

Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:


✓  at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
✓  at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
✓  at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna
✓  at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan

lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali


Harafturat verður dentur lagdur á:

✓ at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði teir munnligu og skrivligu

✓ at tú hevur góðar KT førleikar


Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.


Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2021. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo.

Spurningar um størvini kunnu setast Honnu Jensen, rektara, á hje@kambsdalur.fo 

Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo 

Aftur
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Arbeiðs­fólk til kassavirkið á Glyvrum
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026
Starvs­fólk til reingerð og kantinu hjá P…
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá
Umsóknarfreist:
25. mai 2026