Lýsing

Barnahúsið IMBA søkir eftir:

einum pedagogi at byrja 19. apríl 2021. Um eingin pedagogur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv, frá 19. apríl 2021 til 17. apríl 2022

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, skúlabólk og frítíðarskúla.


Vit kunnu bjóða eitt starv á 34 tíma viku, sí starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
hevur mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum

er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir

hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum
 
er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi  og nærløgd

sær møguleikar fram um forðingar


Vit kunnu bjóða:
ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi
ein stovn, ið liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll


Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið


Starvsstaður er Barnahúsið IMBA,
tann, ið settur verður, skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og leiðslan hevur  tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir fjøltáttað praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. apríl 2021, kl. 12:00
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran, tlf. 735891
 
Umsóknin skal sendast til:  t-post: barn@hvannasund.fo 

Aftur
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Kunda­ráð­gevi til Føroya Banka í Klaksvík
Umsóknarfreist:
22. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
Umsóknarfreist:
12. jun 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá (longd freist)
Umsóknarfreist:
10. jun 2026
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026