Lýsing

Montørur til Rakstrardeildina hjá SEV

Montørur til Rakstrardeildina hjá SEV til nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum.
 
Vit sóknast eftir einum montøri til Rakstrardeildina, sum umsitur elnetið í Føroyum. Á Rakstrardeildini starvast í løtuni  26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan lág- og háspenningsøkið. Rakstrardeildin røkir uppgávur um allar Føroyar, og tí arbeiða starvsfólkini á deildini runt alt landið. Uppmøtingarstaður er Havnaverkið í Gundadali, Tórshavn.
 
 
Starvið
Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí kann talan verða um skiftandi arbeiðstíðir og nakað av ferðing.
 

Vit vænta, at tú ert útbúgvin elektrikari ella hevur aðra eltekniska útbúgving. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan økið. Vit ímynda okkum, at tú ert eldhugað/ur og hevur áræði at ogna tær nýggja vitan innan eløkið.
Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil og ert væl fyri kropsliga.
 
SEV
Vit bjóða tær:
Upplæring
Ávirkan á egið arbeiði
Viðkomandi skeið
 
 
Løn
Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
 
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Mads á Heyggi, økisleiðara, á telefon 225530. Umsóknarfreistin er hósdagin 29. apríl 2021.
 
 
 
Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:
 
Elfelagið SEV
T-postur: starv@sev.fo 
 
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 160 fólk starvast  í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.
 

Aftur
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024