Lýsing

Avloysarastarv sum útbúgvingarvegleiðari leyst at søkja

Eitt starv sum útbúgvingarvegleiðari er leyst at søkja. Talan er um avloysarastarv frá 1. juli 2021 til 1. august 2022.

Vit sóknast eftir einum útbúgvingarvegleiðara at veita yvirskipaða vegleiðing og kunna um útbúgvingarmøguleikar og lestrarstuðul bæði í Føroyum og uttanlands.
Starvið

Høvuðsuppgávurnar hjá útbúgvingarvegleiðaranum eru m.a.:
- at vegleiða fólki, sum ætla sær undir hægri lestur uttanlands
- at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum
- at kunna um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands - at vegleiða umvegis talgilt samskifti (IKT)

- at røkja og menna tilfar til heimasíðuna
- at røkja og menna tilfar til sosialar miðlar
- at veita lesandi beinleiðis vegleiðing og praktiska hjálp
- at vegleiða fólki innan avriksflutning (merit) og skiftislestur
- at kunna og vegleiða um lestrar- og stuðulsmøguleikar, umframt treytir í Føroyum og uttanlands, serliga innan ÚSUN økið
- at kunna um Nordplus og vegleiða umsøkjarum í hesum sambandi - at skipa fyri enskum málroyndum (IELTS)
- at skipa fyri kunnandi átøkum
- at ráðgeva lestrarvegleiðarum

Førleikakrøv

Vit vænta okkum m.a., at umsøkjari:
- hevur kandidat- ella masterútbúgving frá hægri lærustovni
- hevur útbúgving í vegleiðing ella aðra viðkomandi útbúgving
- leggur dent á at veita góða og skjóta tænastu - hevur góðar fyrisitingarligar førleikar
- dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum - hevur góð evni at samstarva
- Hevur royndir við kunningartøkni, so sum at røkja heimasíður og sosialar miðlar

Vit bjóða

- eitt fjølbroytt starv í støðugari menning og í einum góðum arbeiðsumhvørvi - eitt sjálvstøðugt starv, har tú fært møguleika til at gera tína ávirkan
- eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti úteftir
Setanar- og lønartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið er avloysarastarv frá 1. juli 2021 til 1. august 2022.
Útbúgvingarvegleiðarin er staðsettur á Vegleiðingarstovuni og kemur eisini at vera partur av Studna. Tann, sum verður settur í starv, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn

Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:
Studni, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við telduposti á umsokn@studni.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. mai. Starvið verður at seta 1. juli 2021 ella skjótast til ber.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, tlf. 555080.

Aftur
Arbeiðs­fólk til móttøku­høll­ina hjá IRF
Umsóknarfreist:
21. okt 2025
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Kreditt­ráð­gevi til privatøkið í Betri Ba…
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Starvs­fólk til Bókabúð­ina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna…
Umsóknarfreist:
26. okt 2025
Endur­lýsing: Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
27. okt 2025
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Viðareiði
Umsóknarfreist:
9. nov 2025
Stýrimaður og maskinmeistari til Vesthav
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Djóralækni til Bakkafrost
Umsóknarfreist:
2. nov 2025
Til okkara verkstað í Klaksvík leita vit…
Umsóknarfreist:
27. okt 2025