Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Gigni søkir eftir heilsufrøðingi til eitt tíðaravmarkað starv
 
 
Starvið er:
36 tímar tíðaravmarkað starv á smábarna- og skúlaøkinum í Eysturoynni og Norðoyggjum. Starvið endar tann 31. juli 2022.
 
Starvið verður sett frá 1. august 2021, ella eftir nærri avtalu.
 
Vit kunnu bjóða:
·      sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
·      fakligt mennandi umhvørvi
·      at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum
 
Førleikakrøv:
·      útbúgving sum heilsufrøðingur
·      løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
·      góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
·      ábyrgdarfullur og álitisvekjandi
·      áhugaður fyri fakligari menning
 
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.
Upptøkutreytirnar eru:
·      útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding
·      royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.
 
Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við
menningartilgongd.
 
Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
 
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. juni 2021, kl. 12.00.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Paulu Mohr, leiðsluskrivara í Gigni, paulam@gigni.fo, 614012 ella Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúa í Heilsutrygd, pmh@heilsutrygd.fo, tlf. 614003.
 
 
 

Aftur
Fólk til postútbering í Eysturoynni
Umsóknarfreist:
23. jun 2021
Løgfrøð­ingur og skrivstovu­fólk til Famil…
Umsóknarfreist:
1. jul 2021
Førari til pumpubil
Umsóknarfreist:
21. jun 2021
Málsviðgeri til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
28. jun 2021
Roknskapar­fólk til Fuglafjarðar kommunu
Umsóknarfreist:
21. jun 2021
Frítíðaravloysarar til summarið 2021
Umsóknarfreist:
30. jul 2021
Barnahúsið IMBA søkir eftir Námsfrøðingu…
Umsóknarfreist:
27. jun 2021
Shipping næmingur
Umsóknarfreist:
25. jun 2021
Farloyvisstarv til Sambýlið Mylnutún
Umsóknarfreist:
21. jun 2021