Lýsing

Málsviðgeri til TAKS í Klaksvík

TAKS søkir eftir dugnaligum málsviðgera til persónsskattadeildina í Klaksvík. Arbeiðið fevnir millum annað um at viðgera persónsskattamál, svara fyrispurningum frá borgarum og at gera eftirlit.

Tú hevur skrivstovuútbúgving og dugir væl føroyskt, danskt og enskt

Tað er fyrimunur at hava skyn á skattalóggávu og almennari fyrisiting. Gott er somuleiðis at hava royndir við málsviðgerð.

Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kanst taka juridiskt grundaðar avgerðir. Tú ert tolin og ágrýtin, og tú sýnir ábyrgd og nærlagni.

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt

Setanarøkið er TAKS í Klaksvík, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4.

Hug at søkja?

Trýst á “Søk starvið” og fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er mánadagin, 28. juni 2021, á midnátt

Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Jóhan D. Heinesen, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á jdh@taks.fo.

Aftur
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024