Lýsing

Størv í Heimatænastuni í VEKS

Fylgjandi størv eru leys at søkja:

VEKS Vestur (Vestmanna- og Kvívíkar Kommuna)

  • Heilsuhjálpari í starvsbrøki 0,6

Arbeitt verður í skiftandi vaktum gerandisdagar og annað hvørt vikuskifti á Heiminum á Grønanesi og í økinum úti Vestur.

Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv frá 01.01.2018 – 31.08.2018.

  • Vaskifólk í starvsbrøki 0,5

Arbeiðsstaður er á Heiminum á Grønanesi at byrja 01.01.2018.

 

VEKS Eystur (Sunda- og Eiðis Kommuna)

  • Heilsurøktari ella heilsuhjálpari í starvsbrøki 0,7

Arbeiðsstaður er Korndalsbýlið á Eiði, at byrja 01.02.2018. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti. 

  • Sjúkrarøktafrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari í starvsbrøki 0,7

Arbeiðsstaður er Røktarheimi á Mørkini í Streymnesi at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

  • Heilsuhjálpara ella heimahjálp í starvsbrøki 0,5

Arbeiðsstaður er VEKS Eystur at byrja skjótast gjørligt.

 

Førleikar 
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • Viðkomandi útbúgving
  • Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.


Vit kunnu bjóða 

  • Fjølbroytt størv
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Skipaða innleiðslu


Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.


Umsókir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til adressuna: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmnanna.


Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 12. desembur 2017.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

Miu Pedersen, leiðara fyri VEKS Vestur, á telefon 793231.
Poulu Reinert-Petersen, leiðara fyri VEKS Eystur, á telefon 793251.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo.

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024