Lýsing

Roknskaparfólk til Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir roknskaparfólki at byrja skjótast gjørligt, í seinasta lagi 16. august 2021.


Talan er um eitt áhugavert, týdningarmikið og avbjóðandi starv, sum er leyst at søkja.


Fuglafjarðar kommuna raðfestir, at hava eina góða fíggjarstýring og er starvið sum roknskaparfólk ein týdningarmikil liður í hesari raðfesting.


Roknskaparfólkið er partur av umsitingini og vísir bygnaðarliga til fíggjarleiðaran.


Roknskaparfólkið hevur ábyrgdina av, at taka sær av og skipa dagliga rakstrarbókhaldið, avstemman av debitorum og kreditorum, soleiðis at bókhald kommununar altíð er neyvt dagført. Harumframt eru aðrar fyrisitingarligar  uppgávur knýttar at starvinum umframt samskifti við starvsfólk á kommunalum stovnum um viðurskifti við atliti at bókhaldinum.
 
Faklig førleikakrøv
·      Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring.
·      Hevur hug og hegni at arbeiða við tølum og fyrisitingarligum uppgávum.
·      Hevur góðan telduførleika.
·      Tað kann verða ein fyrimunur, at hava kunnleika til, ella royndir við, at arbeiða við bókhaldsskipanini Navision og LøttLøn.

Persónlig førleikakrøv
·      Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
·      Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
·      Er skipað/ur í starvinum og er góð/ur til at halda tíðarfreistir.
·      Er í sínari atferð í starvinum fyrikomandi, opin og álítandi.
 
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og avvarðandi yrkisfelag.


Fleiri upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til antin Marin Sólheim Thomsen, fíggjarleiðara, á telefon 238006 ella til Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra, á telefon 238002.


Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin saman við CV, revsiváttan og møguligum fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:
Fuglafjarðar kommunu
Í Støð 5
530 Fuglafjørður
 
ella við telduposti til:
info@fuglafjordur.fo 

Freistin at søkja
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 21. juni 2021 kl. 12:00.
 
Um Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1590 íbúgvum. Í kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 11 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, Í Støð 5 og Karvatoftir 6. Inntøkurnar hjá kommununi vóru í fjør 101 mió. kr., úttreiðslurnar 132 mió. kr. Nettoskuldin var við árslok 0,94 av einari álíkning á 23%. Kommunan hevur gjørt stórar íløgur, sum verða lidnar í ár; tað eru íløgur í nýggjan barnaskúla, ítróttarhús og útbygging av eldrasambýlinum Vesturstovu.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024