Lýsing

Barnahúsið IMBA søkir eftir Námsfrøðingum

Barnahúsið IMBA søkir eftir Námsfrøðingum, at byrja 09. august 2021. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv, frá 09. august 2021 til 08. juli 2022.
Tó er stuðulsstarvið tíðaavmarkað frá 16. August 2021 til 19. Juni 2022

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, skúlabólk og frítíðarskúla.


Vit kunnu bjóða eitt starv á 35 tíma viku, í vøggustovuni Lítlidalur, sí starvsstaður.
Vit kunnu bjóða eitt starv á 20 tíma viku, seinnapart, í vøggustovuni Áardalur, sí starvsstaður
Vit kunnu bjóða eitt stuðulsstarv á 25 tíma viku, í frítíðarskúlanum Breytadalur, sí starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
hevur mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum

er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir

hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum
 
er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi  og nærløgd

sær møguleikar fram um forðingar 
vil arbeiða eftir okkara virisgrundarlag og námsfrøðiliga endamáli og virkisætlan

Vit kunnu bjóða:
ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi
ein stovn, ið liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA,
tann, ið settur verður, skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og leiðslan hevur  tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir fjøltáttað praktiskt arbeiði við til starvið.
Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. juni 2021, kl. 12:00

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran, tlf. 735891
 
Umsóknin skal sendast til:  t-post: barn@hvannasund.fo 

Aftur
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024