Lýsing

Shipping næmingur

Vit søkja eftir shipping næmingi at byrja í september 2021

Útbúgvingin er ein 2 ára útbúgving í tveimum pørtum. Ástøðiligi parturin er undirvísing á Danish Shipping Academy, ið millum annað fevnir um maritiman búskap, sjórætt, samráðingarhættir og samskifti. Útbúgvingin gevur ikki ECTS stig. Til ber at lesa meira um útbúgvingina á: www.danishshippingacademy.dk

Verkligi parturin av útbúgvingini verður á okkara skrivstovu, har tú við eini breiðari upplæring millum annað kemur at arbeiða við sjórætti, myndugleika- og kunda krøvum, trygging, leigusáttmálum fyri skip og annað arbeiði í samband við reiðara virksemi.

Um teg:

Tú hevur miðnámsprógv
Tú hevur støddfrøði á B støði, ella samsvarandi førleikar
Tú hevur lætt við at samskifta á føroyskum, enskum og skandinaviskum í skrift og talu
Tú ert skipað/ur og trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
Tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða:

Eina breiða upplæring við góðum møguleikum fyri fakligari -og persónligari menning
Lærupláss í eini avbjóðandi og krevjandi arbeiðsmentan
Spennandi og skiftandi arbeiðsuppgávur
Løn undir útbúgving

Setanarviðurskifti:

Starvsbyrjan er í september 2021. Løn er sambært avtalu.

Hevur hetta tín áhuga?

Send okkum tína umsókn við CV og prógvum til: jobs@skansi.fo, freistin at søkja er 25. juni 2021. Spurningar kunnu setast til Gunnvá Olsen, gunnva@skansi.fo ella á tlf 614900.

Aftur
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024