
KT-leiðari
Á KT-deildini starvast í løtuni trý fólk. Sum KT-leiðari vísir tú til deildarstjóran fyri fyrisiting. Tú fært ábyrgdina av KT-loysnum hjá SEV – bæði tá talan er um rakstur av verandi og menning av nýggjum KT-tænastum.
Tú fert at standa á odda fyri eini KT-deild, sum hevur ábyrgd av KT-menning og talgilding, sum er í samvirkan við viðskiftafólk, starvsfelagar og veitarar. Tí er umráðandi, at tær dámar og hevur lætt við at samskifta bæði munnliga og skrivliga.
KT-leiðarin samskiftir og samstarvar við allar deildir hjá SEV. Tú megnar at finna skilagóðar loysnir í samráð við deildirnar hjá SEV – loysnir sum geva meining og skapa meirvirðið, bæði fyri starvsfólk, deildir og SEV sum heild, eitt nú verkfrøði deild, dugir at finna loysnir í felag, letur starvsfólkini arbeiða sjálvstøðugt og vísir teimum álit.
Uppgávur/Ábyrgdarøki
Ábyrgdarøkini eru bæði strategisk og í mun til raksturin. Vit vænta at tú ert før/ur fyri:
- At finna loysnir á torgreiddum KT-avbjóðingum
- At seta í verk, dagføra og viðlíkahalda KT-skipanir
- At røkja samstarv og samstarvsavtalur við KT-veitarar
- At leiða starvsfólkini á KT-deildini
- At stýra rakstrarútreiðslunum
- At orða KT-politikkir og mannagongdir
Tú
Vit vænta, at tú hevur eina viðkomandi KT-útbúgving. Eisini hevur tú leiðsluroyndir ella ert áhugaður í leiðslu. Tú megnar at skapa trivnað millum starvsfólkini á deildini, og gevur títt íkast til eitt mennandi arbeiðsumhvørvi. Eisini ert tú rúmlig/ur, empatisk/ur og vísir starvsfólkum álit.
Harumframt vænta vit, at tú:
- hevur góð leiðsluevnir
- hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir
- ert virkin, eldhugaður og ert KT-hugaður
- gongur á odda við kunningartøknini og talgilding
- dugir at seta mál og hevur framtíðar møguleikar innan KT-tøkni frammaliga í huga
Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Sum KT-leiðari veitir tú ráðgeving hjá SEV, tí leggja vit dent á góðar samskiftisf ørleikar bæði á føroyskum og enskum.
Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá SEV, sum eru samstarv, eldhugi og virðing.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Løn
sambært sáttmála millum SEV og Starvsfelagið, lønartalvan hjá Tænastumannafelagnum, lønarflokkur 36,1. Frá 1. januar 2021 er lønin 48.450, 02 kr umframt 15% í pensjón.
Arbeiðsstaður
KT-leiðarin og KT-trygdarleiðarin hava skrivstovu á høvuðsskrivstovuni á Landavegnum – arbeiðsuppávurnar eru tó um alt landið, tískil skal væntast nakað av ferðing.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Bendtsen, deildarstjóra fyri fyrisiting hjá SEV á tel. 286182.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:
starv@sev.fo
Umsóknir skulu verða SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. august 2021.
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 161 fólk eru í føstum starvi í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.
26. jul 2025

10. jul 2025

15. jul 2025

15. jul 2025

13. jul 2025

7. jul 2025

7. jul 2025

7. jul 2025

15. jul 2025
