
KT-trygdarleiðari
Vegna støðugt vaksandi virksemi innan KT-trygd, søkir SEV eftir einum KT-trygdarleiðara, sum skal hava ábyrgd av at skipa og hava eftirlit við KT-trygdini í fyritøkuni. Talan er um nýggja deild, og KT-trygdarleiðarin vísir til deildarstjóran fyri fyrisiting.
Uppgávur/Ábyrgdarøki
Fremsta uppgávan hjá KT-trygdarleiðaranum eru í høvuðsheitum at seta út í kortið og útinna eina KT-trygdarstrategi fyri føroysku el-skipanina og at tryggja KT-kervið, so upplýsingar eru goymdar sambært galdandi reglum um trúnað, at upplýsingarnar eru rættar og atkomuligar (CIA).
Hetta verður gjørt millum annað við at:
- Gera váðametingar fyri KT-trygdini
- Menna og reka trygdarskipanir
- Virka fyri KT-trygdini sum heild
- Arbeiða sambært einum tryggum leisti
Harumframt hevur KT-trygdarleiðarin ábyrgdina av eitt nú at: - Tryggja innanhýsis backup skipanir
- Áhaldandi at menna trygdina í infrakervinum og samskiftiskervinum
- Ráðgeva og sparra við leiðarar um átøk og raðfesting innan KT-trygd
- Undirvísa starvsfólk hjá SEV um KT-trygd (security awareness)
- Orða KT-trygdarpolitikkir og KT-trygdarmannagongdir
Tú
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi KT- útbúgving og fer eldhugað/ur til verka. Harumframt vænta vit, at tú: - ert vælskipað/ur
- fegin lærir fegin frá tær
- trívist bæði við sjálvstøðugum uppgávum og í toymum
- hevur góð samskiftis – og samstarvsevni
- dugir at seta teg inn í nýggjar skipanir
- kýtir teg at hava hollastu vitanina í mun til at verja ímóti nýggjum veikleikum, sníkum og álopum
Tað er ein fyrimunur, at tann sum settur verður, hevur vitan/royndir innan OT (Operational Technology) og stýrisskipanir
Sum KT- trygdarleiðari veitir tú ráðgeving hjá SEV, tí leggja vit dent á góðar samskiftisførleikar bæði á føroyskum og enskum.
Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá SEV, sum er samstarv, eldhugi og virðing.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Løn
sambært sáttmála millum SEV og Starvsfelagið, lønartalvan hjá Tænastumannafelagnum, lønarflokkur 36,1. Frá 1. januar 2021 er lønin 48.450,02 kr umframt 15% í pensjón.
Arbeiðsstaður
KT-leiðarin og KT-trygdarleiðarin hava skrivstovu á høvuðsskrivstovuni á Landavegnum – arbeiðsuppávurnar eru tó um alt landið, tískil skal væntast nakað av ferðing.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Bendtsen, deildarstjóra fyri fyrisiting hjá SEV á tel. 286182.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:
starv@sev.fo
Umsóknir skulu verða SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. august 2021.
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 161 fólk eru í føstum starvi í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.
16. aug 2022

20. aug 2022

16. aug 2022

9. sep 2022

17. aug 2022

1. sep 2022

29. aug 2022

29. aug 2022
